Um broyting í byggisamtyktini fyri Sumbiar kommunu.
Vísandi til § 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður sagt frá, at uppskot til broyting í byggisamtyktini fyri Sumbiar kommunu er samtykt av bygdarráðnum tann 02. novembur 2022 og liggur uppskotið frammi til alment eftirlit, frá 26. februar 2025 til og við 19. mars 2025.
Broytingaruppskotið liggur frammi á kommunuskrivstovun Í Kerinum 27, 970 Sumba.
Umframt á www.sumba.fo
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga vera kommunuskrivstovuni í hendi, í seinasta lagi 9. apríl 2025.
Sumba, tann 25. februar 2025
|
Broyta matr. nr. 136a og 136b og partar av matr. nr. 151b, 297 og 151c í Lopra til "A: Sethús". |















